Dramatiski dystarendin: Kyndil-Neistin 25-24 (Rás2)

(Rás2) Hoyr hvussu kyndilsmenn knógvaðu Neistanum, og hoyr Claus Rasmussen taka samanum

Talan bleiv um tveir 25-24 sigrar í FTZ-deildini í kvøld.

 

Í høllini á Hálsi vann Kyndil 25-24 (12-11) á Neistanum. David Edvardsen gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við átta málum. Torkil Hentze og Rune Olsen gjørdust toppskjútta hjá Neistanum við seks málum hvør.

 

Á Skála var StÍF frammanfyri allan dystin, men í seinastu løtu vann VÍF seg framum 25-24, og vann harvið dystin. StÍF var á odda 17-13 í steðginum. Filip Jojic skoraði ikki færri enn 15 mál fyri VÍF í kvøld, ella nærri sagt 60 prosent av øllum málunum, ið VÍF fekk í dystinum. Jóannes Prestá gjørdist toppskjútti hjá StÍF við seks málum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá Rás2, Hilmar Jan Hansen siga frá dramatiska dystarendanum ímillum Kyndil og Neistan. Claus Rasmussen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

 

2) Hoyr Claus Rasmussen taka samanum dystin og meta um FM-finalurnar, ið verða millum Neistan og H71. 

 

Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við Trónd Kragesteen (Neistin) og Hjalta Mohr Jacobsen (Kyndil) hoyrist HER