Dramatikkur var í luftini, tá samgongan náttina til leygardagin royndi at fáa samtykt fíggjarlógina fyri 2008. Rás2 endursendir viðgerðina klokkan 19 í kvøld. Í tríggjar tímar á miðjari nátt royndu teir tríggir samgonguflokkarnir at telva seg til eina semju um fíggjarlógina fyri 2008. Tað bleiv ein dramatisk nátt, har ikki minst spurningurin um manglandi játtanina til Landssjúkrahúsið var á breddanum.
Ein steðgur uppá eitt korter áðrenn 3. viðgerð skuldi byrja bleiv til tríggjar tímar við politiskari telving innanhýsis í samgonguni, áðrenn hon varð liðug við sítt broytingaruppskot. Ímeðan skeyt andstøðan við skørpum.
Rás2 sendi alla leygardagin beinleiðis úr løgtinginum. Sendingin verður endursend á Rás2 klokkan 19 í kvøld.
Av tí sama verða sendingarnar, ið skuldu verið sendar í kvøld, fluttar til í morgin. Ungdómssendingin Reflex (e) verður send mánadagin kl.1605, meðan Kelduvaðið verður sent kl.22 í annaðkvøld.