Tað var seinnapartin øgiligur dramatikkur, áðrenn tað var greitt, at Skála er varpað úr steypakappingini, og at EB/Streymur skal spæla fjórðingsfinalu. Eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð vísti máltalvan við Margáir 1-1. So var neyðugt við brotssparkskapping. Hana vann EB/Streymur 7-6 og harvið samlað 8-7.
Topplið í landskappingini er Suðuroyarliðið, sum hevur vunnið fulla úrtøku í báðum teimum fyrstu umførunum. Í dag eydnaðist tað suðuroyingunum við 1-0 sigri á Argjum at tryggja sær luttøku í fjórðingsfinaluni. Einsamalli málskjúttin var Búi Egilsson.
Í Gundadali hevði HB vitjan av MB, sum spælir í fjórðu bestu deildini. Miðvingar løgdu rygg til 18-0 tap.
Í Fuglafirði vann ÍF 4-1 ímóti Giza Hoyvík. Á Toftum vann Víkingur 6-1 á B68, og í Sørvági vann NSÍ 4-0 á 07 Vestur.
Í gjár vann KÍ 4-0 á Undrið, og B36 vann 6-0 á B71. Lutakastið til fjórðingsfinaluna verður í morgin. Í lutakastinum eru KÍ, ÍF, Víkingur, NSÍ, EB/Streymur, HB, B36 og TB/FCS/Royn.
Fjórðingsfinalurnar verða spældar 13. apríl, sum er skírisdagur.
ÍF-Giza Hoyvík 4-1
B68-Víkingur 1-6
EB/Streymur-Skála 8-7 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping
07 Vestur-NSÍ 0-4
HB-MB 18-0
B36-B71 6-0
Undrið-KÍ 0-4
AB-TB/FCS/Royn 0-1
Á in.fo varð fylgt við, hvussu leikur fór í dag. Áhugin millum lesararnar var óvanliga stórur ídag. Tað mundi komast at, at hvørki Rás2 ella Kringvarpið søgdu beinleiðis frá.
Niðanfyri ber til at lesa, hvussu tað gekk í teimum seks dystunum ídag.
---
Brotssparkskapping
0-1: Ari Olsen
0-1:Rógvi E. Nielsen misnýtir
0-2: Ólavur Mikkelsen
1-2: Tóki á Lofti
1-3: Mamuka
2-3: Andras Olsen
2-3: Jákup Jacobsen misnýtir
3-3: Dan í Soylu
3-4: Midhael Przybylski
4-4: Sjúrður Jacobsen
4-5: Andras Frederiksberg
5-5: Jóhannes Hansen
5-6: Hákun Edmundsson
6-6: Árni G. Olsen
6-6: Andreas E. Jacobsen misnýtir
7-6: Niklas Kruse
EB/Streymur heldur fram í steypakappingini
LIÐUGT
1-1
Hóast EB/Streymur royndi at leggja trýst á, og hóast tað í einstøkum støðum var tætt við, so eydnaðist tað ikki at skora. Dómarin hevur bríkslað av, og nú rigga teir til brotssparkskapping við Margáir.
HÁLVLEIKUR Í LONGDU LEIKTÍÐINI
1-1
102) 1-1
Fyrri hálvleikur av longdu leiktíðini er um at vera farin, og tað er framvegis 1-1. Heimaliðið, sum er fullmannað, meðan Skála spælir bara við tíggju monnum, er meiri á bóltinum.
90) 1-1
So hevur Skála javnað. Eftir Skála innlegg úr vinstru var ein av heimamonnunum so óheppin, at hann rættaði bóltin av, so hann sigldi í heimamálið.
72) 1-0
So hevur EB/Streymur fingið úrtøku úr yvirvágini. Eftir innlegg úr høgru frá Arnari Dam var tað Dan í Soylu, sum við høvdinum setti bóltin í Skála málið.
HÁLVLEIKUR
0-0
Teir duga ikki heilt at siga, hví Brian Jacobsen varð rikin av vølli. Heimildarmaður okkara heldur, at tað var tí, at Brian Jacobsen, eftir at hann var dottin frammanfyri beinkin hjá heimaliðnum, tók ein saftdunk, sum lá har, og tveitti hann aftur um seg. Hann rakti eykamálverjan hjá EB/Streymi í høvdið. Talan var als ikki um heitt blóð ella dramatiska støðu, men tað verður sagt, at dómarin sá sær ikki annan møguleika enn at vísa ostaskorpuna.
42) 0-0
Tað er framvegis málleyst við Margáir, men nú man brekkan kennast munandi brattari hjá Skála. Álopsspælarin Brian Jacobsen er rikin av vølli, eftir at dómarin vísti honum beinleiðis reytt kort.
30) 0-0
Tað gongur javnt á við Margáir. Skála hevur havt lítla yvirvág í spæli fyrsta hálva tíman, men heimaliðið hevur havt bestu royndina. Rógvi Egilstoft Nielsen royndi seg við langskoti, og bólturin streyk framvið málinum aftanfyri Andras Gango.
EB/Streymur-Skála kl. 15.00
-----
LIÐUGT
0-4
86) 0-4
NSÍ svimur í málmøguleikum, og Klæmint A. Olsen hevur fleiri ferðir verið tætt við at skjóta triðja málið ídag.
60) 0-4
Tað oysregnar í Sørvági, og tað er langt millum málmøguleikarnar. NSÍ hevur bóltin meiri enn heimaliðið, og gestirnir duga væl at varðveita bóltin og samanspæla.
52) 0-4
Torstein Mýlingstind roynir seg við skoti, og Símun Rógvi Hansen bjargar lættliga. Hetta var fyrsta royndin hjá 07 Vestur ídag.
HÁLVLEIKUR
0-4
45) 0-4
NSÍ liðið er væl upplagt, og tað verður spælt í gamla og eyðkenda lagnum. Eftir nógvar og skjótar sendingar var tað Klæmint A. Olsen, sum setti bóltin í málið.
32) 0-3
Tað er klassamunur í Sørvági, har NSÍ nú er frammanfyri 3-0. Pól Jóhannus Justinussen og Bárður Hansen stóðu fyri uppspælinum, og Klæmint A.Olsen var púra tryggur, tá ið hann var leysur.
15) 0-2
Eftir horna úr høgru frá Árna Frederiksberg var tað miðvallarin Betuel Hansen, sum við høvdinum setti bóltin í heimamálið.
10) 0-1
Bárður J. Hansen hevur við høvdinum lagt NSÍ framum. Tað var eftir skjótt álop, og eftir at Árni Frederiksberg legði innfyri.
07 Vestur-NSÍ kl. 16.00
----
LIÐUGT
4-1
76) 4-1
Margeir Toftegaard
60) 3-1
Sama støða í Fuglafirði, har heimaliðið hevur kós ímóti sigri.
HÁLVLEIKUR
3-1
38) 3-1
Fuglfirðingar hava lagt seg framum 3-1. Aftur hesa ferð var Ndende málskjútti. Lotið er rættiliga fitt í Fuglafirði.
26) 2-1
Fuglfirðingar hava lagt seg framum 2-1. Tað var miðvallarin Bogi Reinert Petersen, sum skoraði.
20) 1-1
Eftir langt innkast og eftir at bólturin varð snittaður víðari, var tað Niklas Fríði Jacobsen, sum setti bóltin í málið.
20) 1-0
Ndende hevur sett hol á, so heimaliðið er frammanfyri 1-0.
ÍF-Giza Hoyvík kl. 16.00
---
LIÐUGT
0-1
90) 0-1
Tað er liðugt á Argjum, og gestirnir rigga til at fara suður aftur við 1-0 sigri. Einsamalla málið skoraði Búi Egilsson, tá ið seinni hálvleikur var um at vera hálvrunnin. Sigurin ber við sær, at TB/FCS/Royn hevur spælt tríggjar týdningarmiklar dystir - tveir í landskappingini og ein í steypakappinini - og at liðið hvørja ferð hevur vunnið fulla úrtøku.
75) 0-1
So hava gestirnir lagt seg framum á Argjum. Tað var í 62. minutti og eftir innlegg úr vinstru, at Búi Egilsson við høvdinum setti bóltin í málið.
HÁLVLEIKUR
0-0
AB hevur havt bóltin meiri enn gestirnir, men tað er framvegis málleyst.
Líkindini at spæla fótbólt eru av teimum fagrastu í Vika á Argjum.
32) 0-0
Tað gongur framvegis javnt á, og nú hevur tað verið spenningur frammanfyri bæði málini. Poul Ingason royndi seg við stútara, men Heðin Stenberg bjargaði. Í hinum endanum hava heimamenninir havt tvær royndir við langskoti, uttan at tað tó kendist vera heilt vandamikið.
22) 0-0
Á Argjum hevur tað fyrra partin av fyrra hálvleiki gingið javnt á millum toppliðið í bestu deildini, TB/FCS/Royn og AB, sum í ár spælir í næstbestu deildini.
AB-TB/FCS/Royn kl. 15.00
-------
LIÐUGT
18-0
87) 18-0
Símun Samuelsen
86) 17-0
Daniel Elly brotsspark
82) 16-0
Innskifti Ari M. Olsen var málskjútti.
73) 15-0
Símun Samuelsen umsetir brotsspark til mál.
69) 14-0
Daniel Elly
55) 13-0
HB málverjin Teitur Matras Gestsson hevur í sólini í Gundadali umsett brotsspark til mál.
HÁLVLEIKUR
12-0
43) 12-0
Símun Samuelsen
42) 11-0
Daniel Elly
41) 10-0
Enn einaferð var tað Daniel Elly, sum var málskjútti.
34) 9-0
Daniel Elly hevur skorað fyri triðju ferð ídag.
31) 8-0
Nú var MB í álopið og tað varð roynt ímóti málinum, men bólturin fór væl við síðuna av málinum.
28) 8-0
Sebastian Pingel hevur skorað fyri aðru ferð ídag.
27) 7-0
Rókur av Fløtum Jespersen hevur skorað.
22) 6-0
So hevur Heðin Hansen skorað sítt fyrsta mál í skrásettum dysti fyri HB.
20) 5-0
Daniel Elly hevur skorað fyri aðru ferð.
11) 4-0
Hetta sær út til at fara at verða ein øgilig málveitsla í Gundadali. Nú hevur Sebastian Pingel skorað til 4-0.
10) 3-0
So hevur danski álopsspælarin hjá HB Daniel Elly skorað. Tað mesta gongur fyri seg í og kring brotsteigin hjá miðvingum.
4) 2-0
So hevur HB tvífalda leiðsluna. Hesa ferð var tað Símun Samuelsen, sum setti bóltin í málið.
1) 1-0
Tað gongur skjótt fyri seg í Gundadali. Longu í fyrsta minutti hevur miðvallarin Martin Bergvold lagt HB framum 1-0.
HB-MB kl. 15.00
------
LIÐUGT
1-6
B68 legði seg framum í fyrra hálvleiki, men tað endaði við rættiligum skrædli, tí Víkingur er á veg av Svangaskarði við 6-1 sigri.
72) 1-6
Erling Jacobsen, sum fyri fyrstu ferð í ár var á Víkinga liðnum.
57) 1-5
Gunnar Vatnhamar
52) 1-4
Sorin Anghel
HÁLVLEIKUR
1-3
Víkingarnir vórðu kløkkaðir, tá ið B68 eftir skjótt mótálop legði seg framum. Síðani hevur Víkingur fótað sær. Støðan er 3-1 til meistararnar.
44)
1-3
Magnus Jarnskor varð spældur leysur mitt fyri, og so setti hann bóltin framvið Ragnari Lindholm og í málið.
32) 1-2
Adeshina Lawal umsetti brotsspark til mál. Dómarin vísti á ellivu metra blettin, tá ið B68 málverjin feldi Philip Djordjevic, sum í høgru sneiddi framvið málverjanum.
25) 1-1
Eftir horna úr høgru hjá Víkingi endaði bólturin í B68 málinum. Av Svangaskarði verður sagt, at tað sá út sum um, at talan var um sjálvmál.
15) 1-0
B68 hevur lagt seg fram ímóti meistarunum í Víkingi. Eftir skjótt mótálop var tað Otto Reinert Petersen, usm setti bóltin í málið.
B68-Víkingur kl. 15.00
-----
Fýra dystir eru klokkan 15, og tveir eru klokkan 16. In.fo hevur heimildarfólk í fleiri støðum, og her verður roynt at dagføra.
Í dag
ÍF-Giza Hoyvík: Rúni Gaardbo kl. 16.00
EB/Streymur-Skála: Petur Reinert kl. 15.00
B68-Víkingur: Dagfinn Forná kl. 15.00
07 Vestur-NSÍ: Lars Müller kl. 16.00
HB-MB: Bjarki Danielsen Kl. 15.00
AB-TB/FCS/Royn: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
Í gjár
B36-B71 6-0 (5-0)
Undrið-KÍ 0-4 (0-2)