Tað var dramatikkur við lít, tá ið níggjunda og síðsta umfar í FM í talvi var á breddanum í dag. Undan hesum umfarinum var tað greitt, at tað bara vóru Rógvi Egilstoft Nielsen og Eyðun Nolsøe, sum høvdu møguleika at vinna FM. Rógvi var eitt hálvt stig undan Eyðuni, og alt varð roknað at vera púra opið, tí báðum bíðaði stór mótstøða. Rógvi hevði svarta fólkið ímóti Martini Poulsen, og Eyðun hevði svarta fólkið ímóti Hans Kristiani Simonsen.
Eyðun tapti ímóti Hans Kristiani, meðan Rógvi framvegis stríddist ímóti Martini. Tá ið tað var greitt, at einasti avbjóðarin til FM heitið, ikki hevði megnað sína uppgávu, legði Rógvi kongin. Martin vann harvið stigið, men tað lá verturin á, tí tá ið tað varð talt saman eftir níggju umfør, var Rógvi Egilstoft Nielsen ovastur. Harvið var tað greitt, at meistaraheitið fyri triðju ferð í fýra ár endaði í sama húsi í Sandavági.
Í 2012 var Rógvi meistari, í 2013 vann Olaf Berg, í 2014 vann yngri beiggi nýggja meistaran, Høgni Egilstoft Nielsen, og í dag varð tað greitt, at Rógvi Egilstoft Nielsen er føroyskur talvmeistari fyri aðru ferð. Høgni Egilstoft Nielsen vann í dag við svørtum á Heiðriki T. Jacobsen. Merkisvert er tað, at tað annað árið á rað vóru tað brøðurnir úr Sandavági, sum endaðu ovastir. Endaspurturin hjá Høgna hevur verið framúr, og tað bar eftir soltna byrjan við sær, at tað bara var Rógvi, sum endaði omanfyri Høgna.
Umframt Høgna vóru tað tríggir aðrir, sum endaðu eitt hálvt stig aftanfyri nýggja meistaran – Eyðun Nolsøe, Martin Poulsen og Hans Kristian Simonsen. Herluf Hansen vann fyri fyrstu ferð í hesi kappingini, tá ið hann við hvíta fólkinum basti Andriasi Danielsen. Fimta talvið var millum Ólav Simonsen og Finnbjørn Vang. Teir sótu langt eftir, at allir hinir vóru lidnir og ótolnir bíðaðu eftir, at heiðursmerkini skuldi verða handað, og so samdust teir um remis.
Endaliga støðan
Rógvi Egilstoft Nielsen (FM) 6,5 stig
Høgni Egilstoft Nielsen 6 stig
Martin Poulsen 6 stig
Hans Kristian Simonsen 6 stig
Eyðun Nolsøe 6 stig
Ólavur Simonsen 5 stig
Finnbjørn Vang 4 stig
Andrias Danielsen 2 stig
Herluf Hansen 2 stig
Heiðrikur T. Jacobsen 1,5 stig
mynd: Arild Rimestad, altjóða dómari í talvi, sum var dómari í FM 2015