Dramatikkur til tað síðsta

Bara 0,01 stig var á muni, tá smágenturnar hjá Havnar Fimleikafelag A vunnu samanlagt á Støkk A í steypakappingini í estetiskum fimleiki. Kappast var í Runavík um vikuskiftið. Spenningur var til tað síðsta í steypakappingini hjá smágentum í gjár, har kappingin stóð millum Havnar Fimleikafelag A og Støkk A. Tá alt skuldi teljast saman, gjørdist tað so javnt, sum tað fekk verið, tí Havnar Fimleikafelag fekk 27,87 stig og Støkk 27,86.

 

Hjá kvinnum høvdu bara Havnar Fimleikafelag og Ljósið lið við leygardagin, og her vann Havnar Fimleikafelag greitt. Leygardagin fekk liðið betri karakterir fyri bæði teknisku og listarligu avrikini, umframt fyri framførslu. Liðið vann eisini ta fyrru steypakappingina, so samanlagdi sigurin var tryggur.

 

Ikki var samanlagdi munurin meira enn 0,10 millum Støkk og Havnar Fimleikafelag A hjá kvinnuunglingum, har Støkk leygardagin hevði munin tekniskt og í framførsluni, meðan Havnar Fimleikafelag A var betri listarliga. Havnar Fimleikafelag A vann fyrru steypakappingina, men Støkk vann so mikið í Runavík, at tað gav samlaðan sigur.

 

Hóast gentuliðið hjá Ljósinum hevði gjørt stór framstig síðani fyrru steypakappingina, rakk tað leygardagin ikki til at taka Havnar Fimleikafelag A, sum eisini hevði tikið seg nógv fram og tí hevði munin, tá teljast skuldi saman.

 

Mest sannførandi sigurin av øllum áttu pinkurnar á A-liðnum hjá Støkk, tí umframt at hava vunnið fyrru steypakappingina, fingu tær bestu karakterir í øllum trimum greinunum, tá tær kappaðust í gjár. Nummar tvey var Havnar Fimleikafelag A og nummar trý Ljósið, ið vóru sera jøvn.