Dramatikkur í kvøld – Barcelona fall í stórum stíli

Champions League: FC Barcelona fekk enn eina ferð ein umgang av FC Barcleona, og tað var dramatikkur kring Evropa í kvøld

Í kvøld varð seinni helmingurin av dystunum í 5. og næstseinasta umfari í bólkaspælinum í Champions League. FC Barcelona fekk enn eina ferð ein umgang av FC Barcleona, og tað var dramatikkur kring Evropa í kvøld.

 

Bólkur A:

 

Bæði Napoli og Liverpool hava tryggjað sær víðari luttøku við 3-0 sigrum í kvøld. Napoli vann lættan 3-0 sigur á heimavølli móti botnproppinum Rangers, meðan Liverpool varð kroyst í ein hálvan tíma, áðrenn tað vendi til ein 3-0 sigur í Amsterdam móti Ajax.

 

Liverpool skal nú vinna stórt á heimavølli í seinasta umfarinum, fyri at yvirhálað Napoli á fyrsta plássinum. Rangers skal somuleiðis vinna stórt á Ajax, um teir skulu víðari til Europa League.

 

Ajax – Liverpool 0-3

 

Napoli – Rangers 4-0

 

1: Napoli 15

 

2: Liverpool 12

 

3: Ajax 3

 

4: Rangers 0

 

Bólkur B:

 

Belgiska Club Brugge hevur tikið øll á bóli og er víðari úr bólkaspælinum, men í kvøld fingu teir oyruni í maskinuna hjá FC Porto, sum vann 4-0. FC Porto er eisini víðari takkað verið dramatiska endanum í Madrid.

 

Størst trýst var á Atletico Madrid, hvørs fíggjarætlan ikki tolir at víðari luttøkan gleppur. Atletico Madrid skuldi vinna á Bayer Leverkusen fyri at halda lív í møguleikanum, men eitt brent brotsspark í yvirtíðini kostaði dýrt í 1-1 javnleikinum.

 

Club Brugge – FC Porto 0-4

 

Atletico Madrid – Bayer Leverkusen 2-2

 

1: Club Brugge 10

 

2: FC Porto 9

 

3: Atletico Madrid 5

 

4: Bayer Leverkusen 4

 

Bólkur C:

 

Dagurin byjaði við at Inter Milan tryggjaði sítt pláss í endaspælinum við einum 4-0 sigri á Viktoria Plzen, sum ikki megnaði at geva nakað av mótstøðu í Milano. Tað merkti samstundis, at FC Barcelona fór á vøllin móti Bayern Munchen uttan ein møguleika at koma víðari.

 

Tað skal verða ósagt, um hetta var orsøkin til vánaliga avrikið, tí Bayern Munchen hevur eftirhondin flogt katalanska stórfelagið fleiri ferðir. Soleiðis var eisini í kvøld. Sadio Mané byrjaði ballið, sum endaði við 3-0 sigri.

 

FC Barcelona – Bayern Munchen 0-3

 

Inter Milan – Viktoria Plzen 4-0

 

1: Bayern Munchen 15

 

2: Inter Milan 10

 

3: FC Barcelona 4

 

4: Viktoria Plzen 0

 

Bólkur D:

 

Øll liðini hava ein møguleika at spæla seg víðari á seinasta leikdegnum. Eintracht Frankfurt vann seg av aftasta plássinum við einum 2-1 sigri á Marseille, meðan Tottenham bara fekk javnleik á heimavølli móti Sporting.

 

Harry Kane helt annars, at hann hevði vunnið Tottenham dystin í yvirtíðini, men tað bleiv seinni kolldømt vegna rangstøðu av VAR. Í rokanum bleiv Antonio Conte, venjari hjá Tottenham, útvístur.

 

Eintracht Frankfurt – Marseille 2-1

 

Tottenham – Sporting 1-1

 

1: Tottenham 8

 

2: Sporting 7

 

3: Eintracht Frankfurt 7

 

4: Marseille 6