Dramatikkur á Hálsi

Dómararnir kolldømdu perlumál, og so endaði javnt ímillum Neistan og Kyndil.

Tað var grannauppgerð og týðandi stig at spæla um, tá ið Neistin á øðrum plássi og Kyndil á triðja plássi brustu saman í høllini á Hálsi í kvøld.


Kyndil byrjaði dystin betur og var á odda heili 7-2 áðrenn fyrri hálvleikur var hálvrunnin, men Neistin kom tó rímiliga væl innaftur í dystin, og tá ið farið varð til hálvleiks var Kyndil einans á odda við tveimum, nevniliga 12-10.


Fimm minuttir inn í seinna hálvleik stóð á jøvnum 13-13, og so var alt púra opið aftur. Neistin tók nú um róðrið og var á odda bæði 22-19 og 24-21, men so átti Kyndil tørn at svara aftur og javnaði til 24-24.


Tá ið einans eitt sekund var eftir fekk Neistin fríkast, og danski skjúttin, Rasmus Søby, sendi bóltin hegnisliga upp í málhornið. Mikil rómur var í Neista-leguni, men dómararnir floytaðu fyri at fríkastið skuldi takast umaftur.


Helst hevði Rasmus Søby latið skotið av ov tíðliga, og tá ið hann í aðru royndini rakti í manngarðin, so endaði hesin hendingarríki dysturin ímillum havnaliðini bæði við javnleiki 24-24.


Eitt stig í part merkir, at fjarstøðan ímillum Neistan og Kyndil verður verandi sjey stig, og at Neistin nú liggur ómetaliga væl í svinginum at spæla seg í FM-finalurnar.


Toppskjútti hjá Neistanum í kvøld var Rasmus Søby við sjey málum, meðan Hjalti Mohr Jacobsen skeyt níggju fyri Kyndil.


Neistin – Kyndil 24-24 (10-12)