Dramatikkur í Champions League

Ajax fekk tvey reyð kort og eitt brotsspark ímóti í somu støðu

Fyrra hálva av fjórða umfari í bólkaspælinum í Champions League hevur verið í kvøld. Tað hevur verið dramatikkur kring Evropa, har Chelsea og Ajax millum annað spældi javnleik 4-4.

Ajax var á odda 4-1, tá gestirnir úr Hollandi fingu tvey reyð kort og eitt brotsspark ímóti í somu støðu. Síðani javnaði Chelsea og skoraði til 5-4, men málið bleiv kolldømt eftir at verið farið til VAR.

Liverpool vann 2-1 á belgiska Gent, meðan Borussia Dortmund vann 3-2, eftir at hava verið aftanfyri 2-0. 

##med2##