Dramaið á Sundsvegnum

Síggi, Hendrik Rubeksen, varapolitikomiser-ur úttalar seg og sigur: "At tá fólk hótta við vápnum, er jú at avbyrgja økið, vinna "positión", vera trygt ílatin og søkja skjól bæði fyri politistum og sivilfólki.

Tað einasta, ið er verðuleiki í hesum før-unum, er at politist-arnir(báðir) søktu sær skjól -restin er tvætl; men tað, sum fær meg til pennin, er sivil-fólk-ið. Hvar er trygd borg-aranna?
Stóð sjálvur á "fyrstu parkett", í einum 9m høgum stiga og málaði vindskeiðir. Tá fyrsta skotið small, var eg skjótur úr stiganum, tí eg visti, at børnini, sum vóru og vitjaðu, mang-an súkkla niðan eftir Sundsvegnum. Fekk so kísta tey innar og lænti ein kikara í húsinum. Visti ikki fyrst, um tað var rifla ella byrsa. Hugsið tykkum til, um tað var rifla! Maðurin var klárt ikki í hesari verð. At síggja báðar løgreglumenninar við lontum kikara frá onkrum granna aka eftir reyv omaneftir Sundsvegnum, var ikki bara pínligt, men tá hugsaði tú: "Um maðurin leggur leiðina niðan ímóti børnunum?"
Væl veit eg, at út-varpið segði, at Klein hevði "kekk" á tí heila via fastnet og fartlf., og at løgreglumenn hava fastar(psykologiskar) mannagongdir at halda seg til. Men tað, sum Klein og Lávus og Klávus als ikki høvdu "kekk" á, var at ein maður við byrsu gekk á alfara vegi og hótti við at skjóta. Møguligt er eisini, at tit "debriefa" hvønn annan aftaná vandastøður av ymiskum sløgum, men álvara tos, at liggja við Walkie Talkie og kikara og spæla "røvara og politi", er so óluksáliga langt frá nøktandi vernd borgaranna. Spurning-urin er so: "Hvat eru tit lærdir til?".
Aftaná maðurin sat í hondjørnum, lat eg børnini fara út aftur at spæla og kleiv so upp aftur í stigan.