Drama millum 10-mannaførini

Tað var so tætt og spennandi, sum tað ber til at ímynda sær, at tað kann vera.

Allan túsund metra róðrarteinin var tað stavn um stavn millum teir fremstu bátarnar.

Og allir tríggir bátarnir skiftust um at vera fremstir.

Eysturoyingur átti mestu orkuna í endaspurtinum, tá ið hann reyk eina hálva bátslongd fram um Vestmenning, sum aftur var tað mesta av einari hálvari bátslongd frammanfyri Hoyvíking.

Kappingin vísti, at tað ber til at ímynda sær allar hesar bátarnar sum vinnarar av róðrunum, ið eru eftir í hesum kappingarárinum.

Men í dag vann Eysturoyingur, sum harvið er favorittur at vinna FM heitið!

 

1 Eysturoyingur 04:25.05

2 Vestmenningur 04:26.11

3 Hoyvíkingur 04:28.02

 

1 Eysturoyingur 27

2 Vestmenningur 25

3 Hoyvíkingur 20