Drama í Norðdepli: Biðja nú almenningin um hjálp

Løgreglan biðjur nú almenningin um hjálp at finna vitni í málinum, har fýra fólk vórðu stungin í Norðdepli sunnudagin

 

Í samband við harðskapsmálið har fýra fólk vórðu stungin við knívi í Norðdepli, sunnumorgunin 14. juli 2013, sóknast politiið eftir bilføraranum ella persónum í einum myrkum persónbili. 

 

Vitni hava sæð bilin koyrandi norðureftir frá Norðdepli á byrgingini til Havnnasund um átta tíðina sunnumorgunin, tá ið ein ungur maður, ið var staddur við byrgingina, veitraði til bilin, og royndi møguliga at steðga honum. 

 

- Kanska varbilurin var á veg til Rituna, ið skuldi fara av Hvannasundi til Svínoyar klokkan 08.45.

 

Men kann eisini vera farin norðureftir móti Viðareiði, heldur løgreglan.


- Eru vitni, ið halda seg hava sæð ein bil, ið kann svara til bilin tey sóknast eftir, ella sum hava aðrar upplýsingar, ið kunnu hava týdning í málinum, biðjast tey seta seg í samband við politistøðina í Havn á telefon 351448, sigur politiið.

 

Mynd: Google Earth