Drama í donskum politikki

Ongin veit í morgun um Danmark framvgis hevur eina borgarliga stjórn

Sjáldan hevur politiska støðan verið so ógreið í Danmark, sum nú í morgun.

 

Eftir ein fund millum floksleiðararnar fyri flokkunum, sum eru parlamentariska grundarlagið undir stjórnini, fóru tey til hús, uttan at boða frá, um stjórnin framvegis ikki hevur ein meirluta í Fólkatinginum ímóti sær.

 

Floksformennirnir, sum komu av fundinum høvdu onki svar upp á spurningin og vístu til forsætisráðharrin, men hesin sníkti seg úr forsætisráðnum uttan at gera viðmerkingar til støðuna.

 

Kreppan tók seg upp, tá ið Konservativi flokkurin klokkan 19 í gjárkvøldið boðaði frá, at flokkurin ikki longur hevur álit á Eva Kjer Hansen, landbúnaðarráðharra.

 

Hetta fekk forsætismálaráðharran at kalla formennirnar til fundar í forsætisráðnum og segði alment, at hann vildi vita um stjórnin framvegis ikki hevur ein meirluta ímóti sær.

 

Fundurin vardi til midnátt, men almenningurin veit ikki enn, um stjórnin heldur fram.

 

Møguleikarnir eru fleiri: Lars Løkke kann senda landbúnaðarráðharran til hús og halda fram, men hann kann eisini noyða Konservativa flokkin at seta eitt uppskot fram í Fólkatinginum um misálit á ráðharran.

 

Hendir tað, so bendir alt á at stjórnin leggur frá sær.

 

Men enn verður bíðað í Keypmannahavn eftir avgerðini hjá forsætisráðharranum.