Drama fyri allar pengarnar

TB fullkomuliga skrædlaði EB/Streym, og tað bar við sær, at tvøramenn vunnu seg í bestu deildina – eitt skorað mál frammanfyri favorittarnar í AB – og at Suðuroy nú eigur eins stóra umboðan í fremstu røð sum høvuðsstaðurin

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar og meiri aftrat, tá ið tað leygardagin varð greitt, hvat lið skuldi flyta upp í bestu deildina saman við FC Suðuroy.
Tá ið fasittið var undir­strikað tvær ferðir, vísti tað seg, at TB næsta ár verður partur av bestu deildini, og harvið var tað greitt, at AB, sum annars lá til at flyta upp, stóð eftir við Svarta Peri og tískil eisini í 2012 skal spæla í næstbestu deildini.
Munurin millum nummar tvey og trý var so at siga eingin. AB og TB høvdu sama stigatal og sama málmun. At TB hevði skorað 81 mál, og at AB hevði skorað 80 mál bar við sær, at TB vann rættin at flyta upp.
Undan leygardegnum bendi alt á, at AB skuldi flyta upp, og hóast tað gekk eitt sind­ur striltið at fáa glið á, so tóktist AB at hava greitt sín setning við 6-1 heimasigri ímóti niðurflutta FC Hoyvík, sum pyntaði um, tá ið tíðin var um at vera farin. At FC Hoyvík skor­aði, vísti seg í síðsta enda at vera vanlukkan hjá AB.
Í Streymnesi var TB øgi­ligt frá fyrsta bríksli ímóti mátt­leysum heimaliði, sum einki formáddi sær og longu átta min­uttir undan steðginum var aftan­fyri 8-0! TB vann 11-0, og síðsta málið varð skorað við brotssparki, tá ið næstan sjey minuttir vóru farnir út um van­ligu leiktíðina.
Vónbrotið var eins stórt á Argjum, sum kætið var í TB leguni við Margáir. EB/Streym­ur varð í útvarpunum hjá Kringvarpinum og Rás2 av umboðum fyri AB ákært fyri ikki at hava tikið uppgávuna í nóg stórum álvara, og EB/Streyma venjarin vardi seg við, at hann hevði spælt við tí besta liðnum, sum hann hevði at ráða yvir. Hann vísti samstundis á, at tað var óheppið fyri hann og hansara lið, at Vodafoneliðið hjá EB/Streymi bara tveir tímar eftir dystarbyrjan við Margáir skuldi spæla á Svangaskarði.
Dómaraseðilin vísir, at av teimum fjúrtan, sum leygar­dagin vóru á EB/Streyma lið­num í 1. deild, hava seks spælt fleiri enn tjúgu dystir á næst­besta liðnum í ár, og fimm hava spælt færri enn tíggju ferðir á næstbesta liðnum.
07 Vestur setti met við at flyta niður við ongum stigi, og FC Hoyvík noyddist at ásanna, at dreymarnir um fjórða liðið í høvuðsstaðnum í fremstu røð framvegis er ein dreymur, sum liggur eitt sindur frammi.
At tað vignaðist so mikið illa, sum tað gjørdi hjá AB, ber við sær, at tað aftur næsta ár bara verða tey bæði grannafeløgini í Gundadali, sum fara at umboða høvuðsstaðin í fremstu røð. Og tað ber eisini við sær, at Suðuroy næsta ár verður eins væl umboðað í bestu deildini, sum høvuðsstaðurin verður.