Í góðveðrinum leygardagin varð tiltakið Vilt í Hvalba hildið. Hópin av fólki hevði leitað sær til Hvalbiar, umframt bygdarfólkið
Longu frá morgunstundini varð lagt til brots við tiltøkum, og ymiskum tilboðum.
Nakað av tí sum hugtók allar mest var tiltakið, har Kommurnur í Suðuroynni bygdu hvør sín kassabil, sum tær seinni um dagin koyrdu kapp í.
Nakað sum fekk hárini á høvdunum á børnum av álvara at reisast, var drakulacafé, ið var sera spennandi og óhugnalig.
Tiltakið er farið afturum, sum eitt sera væleydnað tiltak, har góða veðrið avgjørt settu sín vakra dám á, siga fyrireikararnir.
Myndirnar, sum eisini síggjast í myndatemanum niðanfyri, eru frá www.vilt.fo