Drakk reyðvín

Granskarar hava nú avdúkað, at tann gamli egyptiski kongurin Tutankhamon dámdi væl reyðvín.

Spanskir granskarar hava í seinastuni kannað vínkjallaran hjá Tutankhamon, sum var kongur í Egyptalandi fyri meiri enn 3300 árum síðani. Hann doyði í árinum 1352 fyri Kristi føðing. Granskarar hava leingi vitað, at Tutankhamon man hava drukkið vín, tí í grøv hansara lógu fleiri vínkannur. Hinvegin hava granskararnir ikki vitað, um hann drakk hvítvín ella reyðvín, men nú siga teir sponsku granskararnir, at tað var reyðvín.

Tær gomlu vínkannurnar prógva enn einaferð, at egyptararnir stóðu ikki so langt aftan fyri okkum á fleiri økjum. Á kannunum hjá Tutankhamon standa ymsar upplýsingar um vínið í teimum - júst sum uttan á vínfløskunum á okkara døgum, skrivar AP.