“Tjaldur ver vælkomið til okkum heim”.
- Ja, soleiðis syngja vit á hvørjum ári til tess at bjóða tjóðfugli okkara - tjaldrinum - vælkomnum heim aftur á klettarnar. Vit gleðast yvir hvønn tjaldursunga, vit síggja, og eru ikki sørt erpin av, at onkra staðni her heima trívist tjaldrið so væl, at tað verður verandi allan veturin.
Tað skrivar Marita Gulklett í Nólsoy á sínari facebook-síðu í dag.
Saman við tekstinum hevur hon lagt út myndir av tjaldri, sum hevur vavt seg upp í gamla lesull og nylon.
- Tíverri eru ikki øll tjøldur líka heppin. Á hvørjum ári doyggja alt ov mong, fløkt inn í ullarlagdir, leivdir av nylon og øðrum slíkum óruddi, sum fólk bara tveita frá sær, har tey standa.
Marita vísir á, at hóast nógv hevur verið tosað og skrivað um, hvussu óheppið tað er fyri tjaldrið at vera fangað í hafti, er støðan einki broytt.
- Tað tykist vera ógjørligt at fáa ánarar av ymisku teigunum at rudda upp eftir sær!
Hon sigur, at tað, sum ger støðuna hjá tjaldrinum uppaftur verri, er, um fuglurin er ringmerktur, tí tá fløkist tjaldrið nógv lættari í leysu ullini.
- Enska felagið BTO (British Trust For Ornithology) ringmerkir nógv tjøldur á hvørjum ári, og hóast vit fleiri ferðir hava heitt á bretar um at seta ringin oman fyri knæið á tjaldrinum, so hann ikki gerst fastur í ullini, vilja tey kortini ikki broyta sítt “habit”, men halda bert fram, sum tey plaga.
Marita vísir á, at vakra tjaldrið á myndini doyði dagin eftir, at tað var loyst úr hafti.
- Hetta er sanniliga hvørki tað fyrsta ella seinasta tjaldrið, vit hava loyst úr hafti. Slíkt er stór skomm, og eg vóni, at onkur lærir av at síggja slíkar myndir.
Marita Gulklett leggur aftrat, at eitt árið fingu tey eitt livandi tjaldur í hafti, sum dragsaði deyðan unga, sum var fløktur í sama haft, eftir sær.