Dragon aftur á jørðini

Tað privata rúmdarfarið Dragon datt í dag niður í fallskíggja har eysturi í Kyrrahavinum eftir at hava verið úti hjá altjóða rúmdarstøðini ISS. Farið bar við vatnskorpuna klokkan 16.42 okkara tíð ella tveir minuttir fyrr enn ætlað.

Dragon er tað fyrsta privata rúmdarfarið, sum hevur verið úti hjá ISS, so hetta var ein søgulig ferð. Amerikanska rúmdarumsitingin NASA og amerikanska felagið SpareX, sum eigur Dragon, hava gjørt sáttmála um, at Dragon skal flyta útgerð til og frá ISS, nú NASA hevur sett sínar rúmdarferjur. Sáttmálin kostar NASA 9,6 milliardir krónur.

Nú Dragon kom aftur á jørðina, hevði rúmdarfarið 660 kilo av ymsari útgerð frá altjóða rúmdarstøðini.