Dragin á veg til Skotlands

Seinnapartin fór seglskipið Dragin av Klaksvík til Skotlands Dragin fór av Klaksvík 14.30 í dag. Siglt verður til Aith í Hetlandi. Haðani verður siglt til Inverness í Skotlandi, og síðani gongur leiðin vestur ígjøgnum Calidonsku Siglingarrennuna, sum gongur tvørtur ígjøgnum Skotland.

Vestanfyri er ætlanin at vitja oynna Mull og søguliga kleystrið á oynni Iona. Teir írsku munkarnir, sum funnu Føroyar, sigldu helst hiðani, tí tað var her, at írski munkurin Dicuil,sum í ár 825 skrivaði frásøgn sína um oyggjarnar norðanfyri, búði.

Vitjað verður eisini á øðrum oyggjum í Hebridunum, og um líkindi verða, er eisini ætlanin at sigla ein túr út á St. Kilda.

Við Draganum eru 11 mans og túrurin varðar uml. 10-12 dagar.