Dragin siglir kanska í summar

Fyri góðum tíggju árum síðani keypti Hans Eli Hansen gamla fiskifarið Dragan frá leirvíkingum. Tað var við dreyminum um eitt skúlaskip, at Hans Eli fór í holt við hesa ætlan, og nú tíggju ár seinni er Dragin so gott sum siglingarklárur

Hans Eli Hansen er ein fegin og errin maður í dag. Tíggju ára sjálvboðið arbeiði hjá honum og fleiri øðrum er um at verða liðugt. Dragin er siglingarklárur, alt timburarbeiði, rygnings og seglarbeiði er liðugt, og beint nú fáast teir við at montera ta tøkniligu útgerðina og trygdarútgerðina. Men enn mangla tey endaligu loyvini, áðrenn skipið kann fara at sigla við fólki og nýtast til skúlaskip.
? Vit vóna, at endaligu loyvini verða í lagi, so at vit kunnu nýta Dragan til útferðir og annað í summar, sigur Hans Eli Hansen, men hann ásannar, at tað kann taka sína tíð við at fáa øll viðurskiftini í rættlag. Tí krøvini til bátin er sera strong, tí hann skal nýtast bæði sum skúlaskip og til ferðafólk.
Men tað hevur tikið langa tíð at koma so langt. Tá Hans Eli keypti Dragan var hann í sera ringum standi. Ætlanin var at hann skuldi søkkjast. Men Hans Eli, sum er fólkaskúlalærari, og millum annað hevur sjómanslæru sum lærugrein, hevur longi havt ein dreym um, at næmingarnir kundu hava eitt skip, sum teir kundu læra seg við.
? Sært tú, hálvvaksnir dreingir velja sær sjómanslæru, tá teir koma í framhaldsdeildina, og teir eru sera spentir upp á hesa lærugreinina, sum kann fara at verða júst tað, sum teir ganga og droyma um. Men so er tað eitt satt vónbrot fyri teir, at tað ongin munur er á undirvísingini. At lærarin bara situr niðri og undirvísir júst sum í øðrum lærugreinum, greiðir Hans Eli frá. Og hann leggur afturat, at ætlanin er ikki, at tað bert skal koma fólkaskúlanæmingum í Føroyum tilgóðar. Hann sigur, at báturin er vælegnaður til sjómansskúlarnar at nýta eisini.
Tað er ikki tað einasta, sum endamálið við Draganum er. Hans Eli greiðir frá, at ongin eigur Dragan í dag. Tað er ein grunnur, har ein nevnd er sett við fimm fólkum at taka sær av Draganum. Og endamálsorðingin sigur, at umframt skúlaskip og útferðarskip, so skal Dragin verða við til at skapa áhuga millum manna fyri sigling.
? Eg vóni bara, at Dragin fer at verða til mikla gleði fyri øll, sum koma at nýta hann, sigur Hans Eli.
Um Dragin fer at sigla í summar, so fer hann fyrst at verða nýttur til útferðir, áðrenn skúlarnir byrja aftur í august. Síðani fara næmingarnir at sleppa umborð at hava sjómanslæru. Hann verður lagdur í vetrarlegu um Mikkjalmessutíð, men kortini fer hann at verða nýttur, meðan hann liggur bundin.
? Har er skúlastova umborð, so tað ber væl til at gera ymiskt øðrvísi, hóast báturin ikki siglir, sigur Hans Eli, sum er avbera spentur, nú so væl er áleiðis hjá teimum.

Ongin skuld
Tað sum er serstakt við verkætlanini er, at nú hon er liðug er ongin skuld. Stuðulsgrunnurin ella stuðlafelagið Dragin hevur allatíðina arbeitt miðvíst hesi árini fyri at skaffa pening til verkætlanina. Og teir hava onga pengar lænt alla hesa tíðina.
? Arbeiðið er sloppið at taka sína tíð, og vit hava fingið nógvan og góðan stuðul, sigur Hans Eli fegin.
Hans Eli veit ikki at siga júst, hvussu nógv henda verkætlanin hevur kostað, tí tær endaligu útrokningarnar eru ikki gjørdar enn. Men hann sigur, at hann hugdi ein dagin eftir, hvussu stóran part av kostnaðinum teir sjálvir hava verið við til at útvegað.
? Vit hava útvegað umleið tveir triðingar av kostnaðinum. Restin er stuðul, sumt sum vit sjálvir hava søkt um, og annað, sum vit hava fingið sum gávu, sigur hann og takksemi lýsir úr honum, meðan hann tosar um, hvussu allur stuðulin hevur gjørt tað so nógv hugaligari at arbeiða øll hesi árini.
? Einstaklingar, fyritøkur, feløg, handlar, ja eg kann blíva við. Vit hava møtt vælvild allanvegin, og tað hevur verið stuttligt at gera hetta arbeiði, tí tað er eyðsæð, at tað er trupult at fáa fólk at arbeiða frítt í dag, og tí er stuðulin so týdningarmikil, sigur Hans Eli.
Um viðlíkahald og annað í framtíðini sigur Hans Eli, at teir hava hugsað um at lata næmingar taka sær av einum parti av tí.
? Viðlíkahald er ein partur av fakinum, og tað kunnu næmingar so eisini fáa nakað av royndum í umborð á Draganum, sigur hann.
Hans Eli vónar, at Dragin fer at verða til gleði fyri øll. Hann veit sum sagt ikki at siga fyri vissu, nær hann fer at sigla, men hann vónar, at tað verður í summar.