Draghi helst næsti stjórin

Nú tykist rættiliga vist, at stjórin í italska tjóðbankanum, Mario Draghi, verður næsti stjórin í Evropeiska Miðbankanum, ECB, tá Jean-Claude Trichet fer frá í heyst. Í dag boðaði týski kanslarin, Angela Merkel, frá, at hon tekur undir við, at Draghi tekur við eftir Trichet. Við blaðið Die Zeit sigur hon, at hann er ein áhugaverdur og royndur maður, og støðan hjá týska kanslaranum verður søgd at hava stóra ávirkan á, hvør fær starvið.

Sum rímiligt er, styðjar italska stjórnin landsmannin, og harafturat hevur franski forsetin, Nicolas Sarkozy, sagt, at hann styðjar Draghi sum næsta ECB-stjóran.

Áðrenn hann gjørdist tjóðbankastjóri, arbeiddi Mario Draghi hjá Altjóða Gjaldoyragrunninum og hjá amerikanska Goldman Sachs.