“Dragan” skal navn títt verða

Hvalvík: Tað skuldi ganga rættiligt og ordiligt fyri seg, tá børnini í barnagarðinum við Kráir skuldu navngeva flaka teirra.

Mikudagin 2. juni var dagurin, tá navngevingin skuldi fara fram.

Ikki tí, - tá tey fyrrapartin hugdu út gjøgnum gluggan, var einki sum bendi á at henda stórhendingin hjá børnunum fór at gerast veruleiki.

Regnið oysti niður hesa løtuna, og tað var ikki frítt, at starvsfólkini byrjaðu at umhugsa, um ein ikki skuldi útseta navngevingina til fríggjadagin.

Men so vístu veðurgudarnir seg frá síni bestu síðu: Sohvørt tað fór at nærkast middegi, sleit hann í. Og mín sann, um ikki sólin dagaði undan.

Seinnapart á degi var tann stóra løtan komin. Í skrúðgongu og við fløggum í hond fór tann stóri barnaflokkurin úr dagstovninum og oman til áarbakkan, har navnleysi flakin lá.

Til høvið varð gjørd ein serstøk “champagnu-fløska” sum varð pakkað inn í silvurpappír. Og børnini høvdu enntá ómakað sær at skriva ein sang til endamálið. Einki lag var til sangin, so at hann varð bara rappaður ístaðin.

Soleiðis bar tað til, at flakin hjá dagstovninum fekk navnið “Dragan”. Og sum myndin vísir, varð hann tikin í nýtslu beinanvegin.



Flaka-sangurin


Til høvið høvdu børnini yrkt ein sang uttan lag, og sum varð rappaður ístaðin:


Flakin kann fara út á sjógv

í ánni kann hann gott sigla.

Hann er so flottur.

Vit hava bygt skottir

og tí er hann so flottur.

Og “Dragan” blívur títt navn,

í Jesus navni. AMEN