Dragan farin í gongd

B71-venjarin Dragan Kovacevic kom um vikuskiftið til Føroya.

B71-heimasíðan skrivar, at Dragan nú er farin í gongd við venjingina á Sandi. B71 hevði eitt gott kappingarár í fjør, men uppflytingin til 1. deild miseyndaðist eftir tveir uppflytingardystir ímóti GÍ. Venjarin í fjør, Ole Andersen, er fluttur til VB at starvast, og Dragan, sum áður hevur vant VB, tekur við eftir hann í B71.
ek