Íverksetan
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Størsti trupulleikin hjá føroyskum íverksetarum er manglandi kapitalur. Hetta er ein trupulleiki, sum íverksetarar dag og dagliga renna seg í.
- Bankarnir í Føroyum eru lítið váðafúsir, og eru trekir at seta pening í verkætlanir hjá íverksetarum. Úr teimum grunnum, sum eru, eru líkindini heldur ikki stór at fáa nakran pening. Tí hava vit, nú vit fara til Danmarkar á hesa íverksetaramessuna, fingið avtalað fund við nøkur fólk og nakrar grunnar, ið eru áhugaði í at seta kapital í ætlanir hjá íverksetarum í Norðurlondum, sigur Rani Nolsøe, ið saman við Kitty May Ellefsen er farin á íverksetaramessuna í Danmark.
Millum annað fara tey á fund við sokallaðar »Business Angels«. Ein »Business Angel« er ein íverksetari, sum hevur bygt seg upp og eru komnir til pengar, og sum so hava hug at geva víðari og seta pening í íverksetan. Eisini hava tey bæði í dag ein fund við ein tann størsta íverksetaragrunnin í Norðurlondum, North Zone.
- Tað hevði verið ótrúliga gott, um vit høvdu fingið North Zone at virkað í Føroyum eisini. Hetta, sum vit eru í gongd við nú, er bara innleiðandi. Tað næsta stigið verður at fáa eina avtalu í lag, greiðir Rani Nolsøe frá.
Á fundunum fara tey eitt nú at vísa á fleiri ítøkiligar ætlanir, sum føroyskir íverksetarar hava tikið stig til, og sum eru meir ella minni klárar at fara í gongd við, og sum eru patenteraðar.
Skapar arbeiði
Sambært Rana Nolsøe og Kitty May Ellefsen eru tað trý umráðandi punkt, ið gera, at føroyingar ikki veruliga koma í gongd við teirra ætlanum.
- Tað eru trý ting, sum mangla. Vit mangla kapital, ein íverksetarapakka og ein yvirskipaðan íverksetarapolitikk. Í øllum okkara grannalondum hava tey ein heilan íverksetarapakka, men her hava vit so at siga einki, greiðir Kitty May Ellefsen frá.
- Tað vísir seg eisini, at av øllum teimum nýggju størvunum í til dømis Danmark, eru 50 prosent av teimum skapt av íverksetarum. Tað er júst sum við einum ítróttarfelag. Tú arbeiðir langsiktað og satsar upp á talent og útvikling. Um tú ikki hevur eina miðvísa ætlan, fær tú kanska onkuntíð eitt gott lið, og so fer alt í sor aftur. Tú má inn at satsa upp á íverksetan og at skapa íverksetarar, vísir Rani Nolsøe á.
Eitt annað, ið tey í ferðalagnum eisini fara at leggja dent á, er kvinnuligar íverksetarar.
– Tað er sera sjáldan, at kvinnur stovna nýggjar fyritøkur og tað vísir seg at tær eisini hava ringt við at vaksa. Vit fara á fund við Women&Business og Foreningen for kvindelige iværksættere, og fara at royna at skapa eitt netverk, soleiðis at vit kunnu stuðla uppundir at fáa fleiri kvinnuligar íverksetarar, sigur Rani Nolsøe.
Kitty May Ellefsen og Rani Nolsøe umboða Íverksetarahúsið í Klaksvík á ferðini, og tey eru farin á íverksetaramessuna »Iværk 09«, sum er í Danmark hetta vikuskiftið. Tey verða aftur leygardagin.