Draga Musharaf fyri ríkisrætt

Stjórnin í Pakistan hevur samtykt at stevna Pervez Musharaf, forseta fyri ein ríkisrætt Pervez Musharaf verður drigin fyri ein ríkisrætt, tí hann skipaði fyri statskvetti í 1999 og koyrdi táverandi stjórnina frá.

Vesturlendskir eygleiðarar siga, at avgerðin at draga forsetan fyri ríkisrættin, er hevnd frá Nazaz Sharif, sum bleiv koyrdur frá sum forsætisráðharri, tá herurin tók valdið í 1999.

Undan kvettinum í 1999 royndi Navaz Sharif at fáa Pervez Musharaf úr starvinum sum ovasti fyri pakistanska herinum, men endin varð, at Musharaf og herurin koyrdu Sharif og stjórnina frá.