Klokkan 9 í morgun fæst at vita, um nakar vinnur tær 102 milliónir krónurnar, sum er fyrstivinningur í Lottospælinum hesaferð. Vanliga verður drigið mikudag, men trupulleikar við skipanini gjørdu, at drátturin mátti útsetast. Fyrst vóru trupulleikar í Noregi og seinni í Finnlandi, men nú er alt í lagi.
Áhugin fyri Lotto hevur sum vera man verið óvanliga stórur hesaferð, og sambært kunningarleiðaranum hjá Danske Spil, Thomas Rørsig, spæla umleið tríggjar milliónir fólk við í dráttinum í morgun.
Tað eru fólk í Norðurlondum, Estlandi, Letlandi og Litava, sum spæla við í Lotto.