DR við Big Bandinum

Tá Danmarks Radio Big Band fara til Føroyar saman við Eivør Pállsdóttir í dag, fyri at spæla konsertir í Læraraskúlahøllini og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði verða teir ikki einasta umboð fyri DR á ferðini.
Danmarks Radio hevur avgjørt at senda ein tíðindamann við, fyri at gera innslag til útvarpsrásirnar hjá DR. Konsertirnar verða í Læraraskúlahøllini hóskvøldið 13. oktober kl 20.00 og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjakvøldið 14. oktober kl 20.00