DR varpar ljós á teilendingar í Føroyum

Seinastu sekstan árini er talið av teilendskum kvinnum í Føroyum vaksið úr 25 til 100 kvinnur. Tað upplýsti Danmark Radio í gjár, tá DR varpaði ljós á teilendskar kvinnur í Føroyum á P1 og heimasíðuni í gjár.


Í sendingini varð tosað við millum annað Krongrak Jøkladal um hvussu tað er at búgva í Føroyum, og samanhaldið millum teilendskar kvinnur í Føroyum.


Ikki óvæntað, so fær veðrið og manglandi sólin fitt av plássi í sendingini, men tosað verður eisini um mat, tjóðskap og annað.


Til ber at hoyra sendingina við at trýsta á her