Eins og undanfarin ár, skipar flogbóltsfelagi DRÁTTUR fyri fyrri helvt, av
árligu flogbóltskappingini, fyri yngri deildir , nú leygardagin 19. februar.
Seinna helvtin av kappingini verður leygardagin 26. februar.
Umleið 90 lið hava boða frá luttøku og verður spælt á Giljanesi og úti í
Sørvági.
Spælt verður best av 3 settum.
Vit gleða okkum at síggja allar okkara dugnaligu, yngru flogbóltsleikarar,
til kappingina. Vónandi møta øll fjølment.
Foreldur, ommur og abbar, syskin og annars øll eru hjartaliga vælkomin at
hyggja at framtíðartalentunum.