Dráttur vann óvæntað á Mjølnir

Dráttur-Mjølnir 3-0 (25-15, 25-23, 25-17)

Undan dystinum høvdu tey flestu helst væntað, at tað fór at verða ein avgreiðsluspurningur hjá Mjølnir, sum alt kappingárið ? og enn, hóast ósigurin ? hevur ligið á næstfremsta plássinum.

 

Men kvinnurnar hjá Drátti vildu tað øðrvísi, tá tær longu í fyrsta setti gjørdu bart og vundu burtur úr Mjølnir, sum til fánýtis royndi at svara aftur í øðrum setti, fyri síðani aftur at fáa av at vita í triðja setti.

 

Dráttur er framvegis á fimta plássi, men tætt er millum tey fýra liðini, ið liggja langt aftan fyri oddaliðið SÍ, sum hevur 18 stig. Mjølnir og Fleyr hava 12 stig, meðan TB og Dráttur hava 10 stig, so alt bendir á eina støðugt meira spennandi og javna kapping millum flestu liðini.