Dráttur vann í Trongisvági

Flogbóltur: Dráttur vann dystin móti TB í Trongisvági sunnudagin og nú eru liðini púra jøvn í kappingini um annað plássi í landskappingini hjá kvinnum

TB-Dráttur 1-2


Tað var dramatikkur í høllini í Trongisvági sunnudagin. TB hevði fingið vitjan av Drátti, sum skuldi vinna dystin um tær skulu gera sær vónir um at røkka øðrum plássi í meistaradeildini hjá kvinnum og tað eydnaðist.

Dráttur vann dystin 2-1 og sum vit hava skilt, so var tað uppiborið.


Helga spældi væl

Tað hevur ongantíð verið nakar ivi um, at Dráttur tá tær hava havt alt fólkið tókt, saktans kundi fingið meira burtur úr landskappingini enn tær hava fingið. Tá kappingarárið er av, eru tað altíð tær, sum hava drigið tað stytsta stráið og sum oftast hava tær sjálvar verið orsøkin.

Tær tapa teir dystirnar móti liðum, sum eru niðanfyri tær í stigatalvuni og tað ger uppgávuna torførari enn neyðugt.

Árið í ár er einki undantak í so máta, tí m. a. hava tær tapt ein dyst móti ÍF, sum tær áttu at vunnið, tá hugsað verður um royndirnar í ovastu kvinnudeildini. Kortini hava tær megnað at koma eitt sindur afturíaftur í ár, um enn tað kann tykjast torført hjá teimum at vinna silvurið, tí seinasti dysturin er móti meistarunum úr Mjølnir.

Men, tað skuldi ikki undrað, at Dráttur enn einaferð kann spíla seg út og fáa eitt gott úrslit.

Sunnudagin megnaðu tær tað á útivølli og sum sagt var tað uppiborið eisini.

Sum vit hava skilt var ein høvuðsorsøkin, at Helga Nordendal spældi sum ein brandur á miðjuni. TB hevði eingi mótvápn tá Helga fór í álop og tað gjørdi arbeiðsumstøðurnar frægari.

Harafturat var Miriam við aftur hjá Drátti og hóast hon ikki er í so góðari venjing, so hava hennara royndir sera nógv at siga á vøllinum.

Um tað so er nóg mikið til at røkka silvrinum, tora vit ikki at meta um í løtuni.


TB í trupulleikum

Hjá TB var sunnudagurin harafturímóti einki at reypa av.

Tað kann sigast so einfalt, at tær hetta vikuskiftið taptu tann skeiva dystin. Høvdu tær tapt móti Fleyr og vunnið á Drátti, so var kappingin avgjørd, men soleiðis skuldi ikki vera.

Spælið hjá TB var ikki nóg gott sunnudagin og tí kláraðu tær ikki at gera nakað við Drátt, sum vóru munandi meira vandamiklar í álopinum enn heimaliðið. Og tað er eftir øllum at døma nakað, sum hevur ónøgd við sær á heimaliðnum.

Í kappingini um silvuri stendur TB tó við teimum bestu kortunum. Tær hava eins og kappingarneytarnir úr Vágum ein dyst eftir og er hann móti ÍF, sum í løtuni liggur niðast í deildini. Tí mugu vit siga, at TB framhaldandi er favorittur til silvurið, um enn tær als ikki skulu vera vísar í at vinna á ÍF, sum saktans kann gera ovaru liðunum lívið súrt.

Og tapa tær, so ræður í hvussu er um at fáa ein hálvleik til høldar, so at tær hava betra settmunin tá gjørt verður upp. Støðan er nevniliga tann í løtuni, at liðini standa fullkomiliga á jøvnum, bæði hvat viðvíkur stigum og settmuni.

Men fríggjakvøldið eru vit munandi klókari ...