FLOGBÓLTUR
Lagt var upp til brak í oddinum í meistaradeilini hjá kvinnum leygardagin. Her skuldu kvinnurnar hjá TB ein túr til Giljanesar at møta Drátti.
Undan dystinum lógu bæði liðini á odda í meistaradeildini hjá kvinnum við seks stigum, og tí var ein sigur av stórum týdningi fyri bæði liðini.
TB byrjaði betri
Dysturin var javnur í fyrsta setti, men tað tóktist, sum Dráttur hevði ilt við at fáa spælið at koyra. Hjá TB gekst betur, og teirra spæl koyrdi eisini væl betur í fyrsta setti. Sjálvt um munurin ikki var stórur á liðunum, so var TB omaná alt settið, og tær megnaðu eisini at vinna settið 21-25.
Men so kom gongd á Drátt. Tær fingu spælið at koyra í øðrum settið, og bæði álop og verja stóð væl á vøllinum. Hetta settið førdi Dráttur mest sum allan vegin, og at enda vunnu tær eisini 25-19 sigur.
Sera gott spæl
Nú stóð aftur á púra jøvnum millum liðini. Dráttur hevði tó verið omaná í øðrum setti, so teirra spæl hevði koyrt betur síðstu løtuna. Tær fingu eisini betru byrjanini í triðja setti. Frá støðuni 7-7 megnaði Dráttur at vinna fimm bóltar á rað, so nú vóru knappliga fimm mál á muni.
TB vildi tó ikki geva seg av hesi orsøk, og tær bardu seg væl innaftur í dystin. Løtu seinni hevði TB nevniliga vunnið seg fram um Drátt, og langt út á settið førdi TB 18-21. So tók Dráttur time out, og hetta vendi gongdini. Tær koma út aftur við fullari ferð og vunnu at enda eisini hetta settið. Úrslitið gjørdist 25-23 til Drátt, og nú sá ikki ov gott út hjá TB. Spælið hevði tó ikki verið heilt av vegnum, men sum Dráttur spældi henda dagin, so var ikki lætt at vinna.
Fjórða settið gjørdist tað mest spennandi í dystinum. Her stríddust leikararnir fyri hvørjum bólti, og spælið var ómetaliga gott. Álopini koyrdu væl, verjurnar fingu teir mest ómøguliga bóltarnar uppaftur av gólvinum, og allir leikararnir kempaðu um hvønn bólt.
Í byrjanini fylgdust liðini væl at, og mitt í settinum var støðan 10-10, men sum settið leið hevði TB hug at vinna seg fram um. Seint í settinum vunnu tær seg uppá 18-21, og nú sá veruliga gott út hjá TB.
Men enn einaferð megnaði Dráttur at berja seg innaftur í dystin. Tær vunnu seg uppá javnleik 23-23, og nú var veruligt lív við at koma í ákoðararnar á Giljanesi. Liðini spældu ótrúliga væl, og onkur bóltur var yvir ein minutt til longdar, áðrenn hann bleiv avgjørdur. TB kláraði at leggja seg á odda 23-24, og tær fingu enn ein møguleika at avgera settið. Henda tóku tær ikki av, og so bleiv tað ístaðin Dráttur, sum streyk avstað við sigrinum. Tær vunnu síðsta settið 27-25, og harvið hava tær nú lagt seg á odda í meistaradeildini hjá kvinnum.
TB var tó partur av einum fínum dysti, og sjálvt um tær til tíðir spældu ótrúliga væl, so mugu tær ásanna, at tær taptu fyri einum betri liðið.
Sigurin hjá Drátti var nevniliga uppiborin. Trý tey síðstu settini spældu tær ótrúliga væl, og ikki minst álopið var ómetaliga fjøllbroytt.