DRÁTTUR-TB B 3-0 (15-4, 15-10, 15-1)
Tað var ongantíð ivi um hvønn veg sigurin fór í dystinum á Giljanesi um vikuskiftið. Til tað var munurin ov stórur, og Dráttur vann ein lættan 3-0 sigur.
Dráttur setti seg á dystin frá byrjan og tað einasta sum tað ráddi um hjá teimum var ikki at dovnað, tí so lætt var tað.
Settúrslitini tala eisini fyri seg, og sum vit eisini frætta úr Vágum, so var annað sett tað javnasta, uttan at tað nakrantíð var spennandi.
Tað skal sigast Drátti til rós, at leikararnir megnaðu alla tíðina at halda høvdið kalt og verða konsentreraðar allan dystin.
TB einki at bjóða
Hjá TB stóð illa til. Tær høvdu einki at bjóða og tær vóru ongantíð so frægt inni í dystinum, at tær vóru nøkur hóttan fyri Drátt.
Við sigrinum móti TB b varveitti Dráttur triðja plássi í landskappingini við 13 stigum, har tær eru eitt stig frammanfyri TB a, sum hevur 12. Um tað er nóg mikið kunnu vit ikki siga nakað um enn, men Drátturleikararnir hava víst, at tær eru sera sterkar á heimavølli.