Dráttur vann sannførandi

Tað verður trupult hjá KÍF, nú greiða oddaliðið í landskappingini, Dráttur, vann fyrru FM-finaluna.

Fyrra FM-finalan hjá kvinnum hevur verið í høllini á Hálsi í dag, har suverena oddaliðið í landskappingini, Dráttur, spældi ímóti avbjóðarunum úr KÍF, ið skuldu royna at vinna tað fyrstu stóru finaluna í søgu felagsins.


Tað var KÍF, sum legði betur fyri og kom á odda 5-1, men so kúgvendist gongdin, og Dráttur kom á odda heili 23-9. Hesa løtuna var tað Petra S. Hansen, ið servaði eina ørgrynnu av servum á rað. Dráttur vann fyrsta sett syngjandi 25-10.


Aftur í øðrum setti var tað KÍF, ið fekk tað bestu byrjanina, men Dráttur spældi seg upp á javnt 10-10. Í avgerandi løtunum í settinum vísti Dráttur seg at vera stinnari, og tær vunnu eisini hetta settið 25-21 og komu tískil á odda 2-0 í settum.


Triðja sett byrjaði KÍF eisini betur, men einans nakrar fáar bóltar, tí so tók Dráttur við leiðsluni og helt hana fram til at KÍF javnaði við støðuna 18-18. Tá gekk tó ikki longur hjá KÍF, tí Dráttur repaði aftur seglini og vann hetta settið 25-19 og harvið fyrru FM-finaluna 3-0.


Hetta var fyrra FM-finalan, sum Dráttur fór avstað við í dag. Tann seinna verður leygardagin kl.13.00. Megnar KÍF at vinna hesa, so verður FM-heitið avgjørt við sokallaða gylta settinum, sum gongur upp í 15.


Dráttur - KÍF 3-0 (25-10, 25-21, 25-19)