Dráttur vann lættliga

Flogbóltur, kvinnur: Nýggi venjarin hjá Drátti er avgjørt ein styrkur fyri liðið

Dráttur ? Fleyr 3 ? 0

25-17, 25-22, 25-12


Dráttur hevur rættiliga brynjað seg til hetta kappingarárið. Nú skal tað vera, at Dráttur verður føroyameistari. Manningin er nógv tann sama sum seinasta kappingarár, men stóri munurin er Marina Popovic. Marina er venjari hjá Drátti, og hon spælir eisini við. Hon er 21 ára gomul og kemur úr Bosnia. At hon hevur spælt við góðum fólki sæst skjótt, tí hon roynist sera væl. Slær hart og væl, men dugir eisini væl at fylgja við, hvar best er at sláa, og hon dugir væl at stýra spælinum.


Stórur munur

Fleyr, sum seinastu kappingarárini ikki hevur fingið tað heilt stóra burturúr, byrjaði hetta kappingarárið illa. Liðið kom ongantíð rættiliga fyri seg í dystinum ímóti Drátti, og skilligt er, at nógv má til, áðrenn hetta Fleyrliðið er við í oddastríðnum. Her skal tó havast í huga, at hetta var fyrsti dysturin í kappingini, og tí er sjálvandi alt ov tíðliga at siga hvør fer at vinna og hvør ikki.

Dysturin var deydligur, og bæði liðini gjørdu nógv mistøk. Dráttur spældi rættiliga væl í 1. setti, men sum dystinum leið, viknaði spælið nakað. Fleyr var rættiliga væl við tvey tey fyrstu settini, og serliga í 2. setti stóðu tær seg væl. Eftir hetta var allur ivi um úrslitið burtur, tí Dráttur streyk avstað í 3. setti. Tær fingu 7 servur á rað beinanveg, hildu hesa leiðsluna og so var dysturin avgjørdur.