Dráttur tók gullið í Klaksvík

Undan finaluni í Føroya Banka-kappingini, sum varð spæld í Badmintonhøllini í Klaksvík, var Fleyr av teimum flestu roknað sum favorittur, men tað helt bara ikki, tá dysturin fór í gongd. Í staðin gjørdist tað Dráttur, ið vendi dystinum, eftir at hava tapt fyrsta sett, og vann 3-1. Settúrslitni vóru 22-25, 25-22, 25-20 og 25-16.

 

Sigurin merkti, at mikukvøldið klokkan 19 skulu Dráttur og Fleyr spæla hálvfinalu í steypakappingini. Vinnarin í tí dystinum kemur í steypafinaluna hjá kvinnunum, sum verður spæld ímóti SÍ, ið tryggjaði sær annað finaluplássið longu fyri næstan tveimum mánaðum síðani.