Í gjár tók Dráttur móti TB á Giljanesi. TB mátti vinna 3-0 fyri at tryggja sær pláss í hálvfinaluni. Lagt var up til ein spennandi dyst, tí seinast TB vitjaði á Giljanesi, fóru tær suður aftur við einum 3-1 sigri. Men í gjár vildu Dráttur-kvinnurnar tað øðrvísi.
Á einum degi, har alt bar til hjá Drátti, og einki bar til hjá TB, talar úrslitið fyri seg. Dráttur hevði gott servutrýst, og við góðum móttøkum bar til at variera spælið, og tá so samstundis blokkurin hjá Drátti stóð har, ið hann skuldi, gjørdist sera tungt hjá TB at vinna sær stig, skrivar Flogbóltssambandið
Hóast TB stríddist sera væl fyri hvørjum bólti, eydnaðist ikki at fylgja við einum vælspælandi Dráttur-liði. Til tíðir vóru langir bóltar, men teir endaðu oftast til fyrimuns fyri Drátt. Settúrslitini tala fyri seg: 25-16, 25-15, 25-15.
Steypakappingin, kvinnur:
Dráttur – TB 3-0 (25-16, 25-15, 25-15)










