Flogbóltur
Talan var um fínt flogbóltsvikuskifti hjá SÍ-kvinnunum.
Higar til hevur sÍ bygt sær eina greiða leiðslu, og hendan gjørdist sterkari um vikuskiftið.
Dráttur snávaði nevnliga, tá tær á heimavølli spældu móti ÍF. Úrslitið av dystinum gjørdist ein greiður 3-0 sigur til ÍF, og tað bendir á, at fuglfjarðakvinnur væl kunnu gera onkran hampuliga stóran vørr, sum árið gongur.
Í Sørvági hevði oddaliðið heimavøll móti KÍF, og hóast gestirnir gjørdu ein vørr at byrja við, so var hetta als ikki nóg mikið móti SÍ, sum veruliga vant seg upp, so hvørt sum settini gingu.
Seinasti dysturin hetta vikuksiftið var í Trongisvági, har TB var nær við at fáa síni fyrstu stig. TB hevði vitjan av Fleyr, og tó at Fleyr vann dystin 3-1, so vóru tær javnt og samt trýstar av einum heimaliði, sum enn eina ferð er í holt við at byggja sær eitt nýtt lið upp.