Dráttur skipar fyri flogbóltskapping fyri vaksin

Flogbóltur: Vikuskiftið 20. og 21. februar skipar flogbóltsfelagið Dráttur fyri flogbóltskapping á Gilj-anesi

Um góðar tvær vikur verður seinasta steypakappingin fyri vaksnamannadeildirnar, tá Drátt-ur-kapp-ing-in fer av barkastokki.

Fyrr hevur henda kapping verið aftaná seinastu landskappingardystirnar, men nú er hon flutt til at verða í seinnu hálvu av februar. Tað er eingin loyna, at tá kappingin var um hálvan marts, vóru sjáldan øll tey sterkastu liðini við, tí kappingarárið var jú farið aftur um. Kanska fer hetta at verða øðrvísi í ár, tí nú eru fleiri umfør eftir í landskappingini, og tí krevst at liðini halda seg í ?form?.

Í Vágum siga tey, at tey vóna at undirtøkan verður góð, og tí heita tey á tey feløg og lið, sum hava hug at verða við í kappingini, at boða frá í góðari tíð.

Kappingin verður sum nevnt leygardagin 21. februar og sunnudagin 22. februar og sein-asta freist at boða frá luttøku er hóskvøldið 11. februar millum klokkan 21 og 22. Tele-fon-numm-arið sum ringjast kann til er 333009.