Dysturin millum kvinnuliðini hjá Drátti og SÍ, sum skuldi verða á Giljanesi týskvøldið, bleiv í síðstu løtu fluttur enn einaferð, og nú verður dysturin leiktur í kvøld.
Talan er um eina lokaluppgerð í Vágum, og hóast Dráttur er farið at blanda seg upp í FM-stríðið, so hevur SÍ havt munandi framgongd í seinastuni, og mangan verður sagt, at í einari lokaluppgerð kann alt henda.
Dysturin millum Drátt og SÍ verður á Giljanesi í kvøld klokkan seks, og dómararnir verða úr KÍF.










