Dráttur ? TB 3 ? 2 (23-25, 22-25, 25-11, 25-16, 15-8)
Flogbóltur
kvinnur
Aftur hetta vikuskiftið høvdu Dráttur-kvinnunar heimavøll í Sørvági, av tí at høllin á Giljanesi var upptikin við øðrum tiltøkum. Og eftir at tvey sett vóru leikt, roknaði ein við, at hetta var orsøkin til, at tær vóru aftanfyri 2-0 í settum, tí tað eydnaðist TB at vinna hesi á oddaliðnum.
TB-liðið var ikki at kenna aftur frá teimum seinastu dystunum, - framgongd hevur verið alla tíðina-, men í teimum avgerandi løtunum er liðið fallið saman. Men soleiðis var ikki leygardagin
Góður libero í Harriet Hammer
Hóast Dráttur hevði nógv góð álop, so vísti tað seg, at tað altíð kom ein TB-armur í vegin, og í hesum verjuleikinum var tað serliga liberoin hjá TB, Harriet Hammer, sum skaraði framúr við sera nógvum bjargingum, men eisini Ann Mari Støm, vísti gott spæl í verjuni.
Helga Nordendal og Marina úr Drátti, sum leiktu á miðjuni tvey tey fyrstu settini, høvdu tí stórar trupulleikar at vinna bóltarnar, og tað var ikki lættari , tá Selma Danielsen, TB, hevði ein góðan dag í blokkinum.
TB vann tvey tey fyrstu settini 25-23 og 25-22, har ein av høvðusørsøkunum til sigurin var liðarbeiði og góður vilji.
Broyttu uppstilling
Dráttur var nú næstan fallið saman. Men ein seinasta roynd var gjørd undan triðja settinum við at broyta upp á uppstillingina. Elisabeth Rasmussen býtti um við jugoslavan Marinu á miðjuni, og hetta vísti seg at geva úrslit. Elisabeth leikti væl á miðjuni og Marina kom rættuliga til sín rætt á kantinum. Og nú kom gongd í hjá Drátti, og settið var vunnið við settmuninum 25-11. Ein rættuliga stórur munur, og vísti hevarin hjá Drátti, Tórun Jónsdóttir, gott og væl skipað spæl í hesum settinum.
Og tvey tey næstu settini fóru sama veg, og Dráttur vann hesi 25-16 og fimta og seinasta settið 15-8., og harvið dystin 3-2.
Liðið er tí framvegis á odda í kappingini, og komandi vikuskifti skal liðið til Havnar at leika ímóti Fleyr, sum liggur á triðja plássi.
Um dystin
Helga Nordendal, Dráttur
- Hóast vit ikki leiktu illa í 1. og 2. setti, so taptu vit hesi, og hetta var eina mest tí, at TB leikti sera væl í verjuni. Eg kann ikki lata vera við at taka teirra libero Harriet Hammer framum, tí næstan líkamikið hvar vit slóðu, so megnaði hon at fáa eina hond undir bóltin. Eisini høvdu vit trupulleikar at slá framvið góða blokkinum hjá Selmu Danielsen.
Virgar Djurhuus, venjari TB
- Hetta var avgjørt besti dysturin hjá okum, og tað var fyrst og fremst ein liðavrik, sum liðið gjørdi í dag. Genturnar vístu vilja, og arbeiddu væl saman í verjuni, men okur skulu framvegis styrkja um okkara álopspart, og verður hetta málsetningurin framyvir, tí um okur vunnu nakrar fáa bóltar frammi við netið afturat, so kundi úrslitið møguliga verið annarleiðis í dag.