Dráttur mundi skapt sensatiónina

Tað var um reppið, at Mjølnir snávaði á heimavølli, tá Dráttur vitjaði sunnudagin

Flogbóltur

Tey flestu mundu havt roknað við, at skuldi nakar spenningur vera í KÍ-høllini sunnudagin, so mátti hesin vera í mansdystinum, tá Fleyr vitjaði. Fáur mundi í øllum førum rokna við, at talan fór at gerast um gysara, tá Dráttur av Giljanesi vitjaði kvinnuliðið hjá Mjølni.
Fyrstu tvey setttini tóktist heldur ikki, sum um tað fór at bila hjá Mjølni, men so kom Dráttur brádliga við í spælið. Tær vunnu triðja settið, tá heimaliðið helst helt sigurin vera vísan, og so hendi tað, sum so ofta hendir í slíkum støðum. Mjølnir megnaði ikki veruliga at koma ígongd aftur í dystinum, og tá Dráttur so eisini tók sær av fjórða settinum, skuldi javnbrótari til.
Her eydnaðist tó Mjølni at toga sær 15-11 sigur heim, soleiðis at stigini ikki fóru nakran veg, men Dráttur fekk í øllum førum givið eina kraftiga ávaring.
Sigurin lyfti Mjølnir upp á eitt einsamalt oddapláss við seks stigum fyri tríggjar dystin. Dysturin millum TB og ÍF, sum skuldi verða leiktur sunnudagin, varð nevnliga útsettur.
Leygardagin var tó dystur í Sørvági millum SÍ og KÍF. Tað varð sagt undan hesum, at hetta kanska var besta høvið hjá SÍ at fáa stig, men hesum vóru tær ongantíð nær við. KÍF vann ein tryggan 3-0 sigur, só fyribils er nýggja liðið í deildini púrasta avbyrgt í botninum.

Úrslit, meistaradeild kvinnur
SÍ-KÍF 0-3 (17-25, 15-25, 22-25)
Mjølnir-Dráttur 3-2 (25-13, 25-19, 20-25, 21-25, 15-11)
ÍF-TB, útsettur