Mjølnir ? Dráttur 2 ? 3 (26-24, 20-25, 28-26, 20-25, 10-15)
Flogbóltur, meistaradeild kvinnur
Stórdystur var í Klaksvík leygardagin. Bestu liðini í kvinnudeildini brustu saman, og í hesum dystinum var alt, sum skal vera í einum góðum dysti.
Nógv trýst á Drátti
Dráttur hevur sera gott lið í ár, og við venjaranum Marinu Popovic hevu liðið tikið seg nógv fram. Mjølnir er liðið hjá øllum hinum at taka. Klaksvíkskvinnur hava vunnið alt tey seinastu árini, men í ár er støðan hjá teimum hótt. Eftir at Mjølnir vann dystin ímóti Drátti vesturi í Vágunum fyri tveimum vikum síðan, sá út til at tað enn einaferð skuldi eydnast at fáa gullið til Klaksvíkar. Trýstið var tí stórt á Drátti undan hesum dystinum.
Tað sást skjótt, at nógv stóð á Drátti, tí spælið gekk ikki rættiliga. Marjun Kalsø í Mjølni servaði sera væl í hesum dystinum, og hon sygrgdi fyri, at Mjølnir vann seg nøkur stig fram um Drátt beinan vegin. Mjølnir helt seg frammanfyri tað mesta av settinum, men til seinast eydnaðist Drátti at koma upp á javnt. Støðan var 22-22. Mjølnir vann seg upp á 24-22, men aftur eydnaðist Drátti at javna, men Mjølnir fekk við tveimum góðum álopum avgjørt fyrsta settið. Hetta settið boðaði frá góðum, og so var.
Spælið hjá Drátti var nú farið at ganga nógv betur, og í 2. setti vístu tær satt meistaraspæl. Álopsspælið var fjølbroytt, men serliga sjónskar vóru Marina Popovic á kantinum og Helga Nordendal á miðjuni. Hevarin í Mjølni, Marjun Kalsø, hevaði nógv til Tinu Jacobsen á miðjuni, sum takkaði fyri og var dagsins leikari. Tað var bara ikki nóg mikið ímóti álopsstyrkini hjá Drátti og nú stóð 1-1. Ein leikari hjá Mjølni fekk skaða í venjingini fríggjadagin. Tað var Tove Rygsfjord, sum spælir á kantinum. Tað hevði við sær, at Vera Larsen spældi á kantinum í hesum dystinum og tó hon stóð seg væl, so var saknur í Tove.
Ársins sett
Dráttur helt á í 3. setti, har tær høvdu slept í 2. setti. Alt gekk sum eftir ánni, og alt bendi á, at hetta settið fór at vera vunnið lættliga. Dráttur dró frá alla tíðina, og einaferð var støðan 17-11 og hesin munurin helt, heilt inntil Dráttur hevði settbólt. Tá var støðan 24-19. Dráttur skuldi sostatt bara vinna 1 bólt afturat, men Vera Larsen í Mjølni vendi øllum á høvdið. Hon servaði Mjølnir inn aftur í dystin og upp til støðuna 24-24, tá ið hon gjørdi servufeil. Dráttur hevði tí aftur settbólt, men aftur hesaferð eydnaðist Mjølni at javna. Dráttur vann næsta bóltin, og so var støðan 26-25. Dráttur servar, men móttøkan hjá Mjølni miseydnast og kemur beint upp til Helgu Nordendal í Drátti, sum smekkar til, men hvat hendir. Marjun Kalsø, sum ikki er serliga stór, megnar einsamøll at blokka, og tað gav Mjølni enn ein møguleika, og settið varð vunnið 28-26. Hetta settið má enda sum ársins sett.
Uppstillingsvilla kostaði nógv
Í 4. setti tóktist Mjølnir at hava fingið sálarliga yvirvág og stevndi beint ímóti sigrinum og føroyameistaraskapinum. Mjølnir spældi væl og vinnur seg fram til støðuna 19-17. Dómararnir koma tá eftir, at uppstillingin hjá Mjølni er skeiv. Tað vendi øllum á høvdið enn einaferð. Fyri hesa villuna missir Mjølnir 1 stig og Dráttur fær 1, og tí gerst støðan 18-18. Rættiligur fjáltur var nú komin á Mjølnir, og tað kostaði dýrt. Dráttur vann næstu 5 stigini, og tað var ov mikið hjá Mjølni at taka aftur. Enn einaferð skuldi 5. sett avgera hvat av hesum liðunum skuldi vinna.
Dráttur hevði nú rættiliga takið á Mjølni. Klaksvíkskvinnur vóru framvegis ikki komnar fyri seg eftir skelkin, og Dráttur gjørdi sær dælt av tí. Tær vunnu seg fram um 6-1 og seinni 10-4 og hildu tann munin allan vegin til 15-10. Sostatt eydnaðist tað Drátti at varðveita spenningin í bestu kvinnudeildini, og vágakvinnur hava nú allar fortreytir at vinna føroyameistaraskapin fyrst ferð. Nú vera tað hini liðini, sum kunnu gera av, hvar gullið endar. Settmunurin fer óiva at gera av, hvør verður føroyameistari, tí sum nú er, stendur á jøvnum millum Drátt og Mjølnir.










