Flogbóltur
Undan dystinum á Giljanesi í gjárkvøldið var Dráttur favorittur, og dysturin endaði eisini við einum greiðum 3-0 sigri, tá ÍF var á vitjan. Hóast spælið ongantíð gjørdist heilt sannførandi, var Dráttur omaná og vann uppiborið.
ÍF kom annars væl frá byrjan beinanvegin og fór framum 1-4, men so fór Maja Popovic at serva, og hon noyddist ikki at gevast, fyrr enn Dráttur var á odda 13-2. Henni á baki hevði Herborg á Mýrini eisini eina røð av góðum servum, og so var botnurin líkasum lagdur undir sigurin.
Hetta við servunum var kanska tað, ið mest sást til, og av tí sama var ikki altíð so nógv spæl. Maja hevði til dømis eisini eina góða servurøð í triðja setti. Samanumtikið vóru nógvir feilir í dystinum, og hóast Dráttur ikki altíð hevði so góðar móttøkur, var álopsspælið nóg gott til, at ÍF ongantíð slapp inn í dystin.
Sigurin merkir, at Dráttur liggur framvið heilt har frammi, og í gjárkvøldið fóru kvinnurnar úr Miðvági og Sandavági á stigatalvuni eitt stig fram um Mjølnir, sum tapti í Sørvági. Dráttur hevur saman stigatal sum TB, ið tó hevur spælt tveir dystir minni, meðan Mjølnir hevur spælt ein dyst minni enn Dráttur.