Dráttur hevur kært ein av spælarunum hjá SÍ, Helgu Guttesen, tí hon skal hava spælt ólógliga við í dystinum í høllini á Giljanesi í gjár, sum Dráttur forrestin vann 3-2.
Helga Guttesen fekk spæliloyvið flutt frá ÍF til SÍ tann 6. februar, men í kæruni heftir Dráttur seg við, at Flogbóltssambandið hevur givið Helgu loyvi at spælt út frá grein 8a í kappingarreglunum, sum sigur, at »luttakandi leikari skal í minsta lagi hava verið limur ein mánað í tí felag, sum hann luttekur fyri.«
Dráttur vil vera við, at Flogbóltssambandið ikki í hesum føri kann geva spæliloyvi út frá grein 8a. Hetta, tí ÍF ikki vildi flyta spæliloyvið hjá Helgu til SÍ, fyrr enn innanhýsis dysturin millum ÍF og SÍ var spældur tann 5. februar. Loyvið var flutt dagin eftir.
ÍF kundi halda spæliloyvinum aftur til eftir tann dystin, tí grein 8d í kappingarreglunum sigur, at »felag kann nokta leikara at flyta til annað felag, um so er, at felagið metir, at peningalig ella onnur felagslig áhugamál binda viðkomandi leikara.«
Somuleiðis vísir Dráttur á eitt fordømi frá 2006, tá ein spælari skifti frá ÍF til Drátt. Men ta ferðina fekk Dráttur greið boð um, at spældi spælarin, áðrenn ein mánaður var farin, frá tí at spæliloyvið varð flutt, fór Dráttur at tapa viðkomandi dystir.
Í kjaki á Facebook vísir onkur á, at Helga Guttesen ikki hevur spælt fyri ÍF í tvey ár, men har svarar so onkur annar aftur, at viðkomandi spælari, sum í 2006 flutti frá ÍF til SÍ, heldur ikki hevði spælt við ÍF tað kappingarárið, men allíkavæl mátti bíða ein mánað.










