flogbóltur
Spenningurin í manskappingini í flogbólti hevur fyri tað nógva snúð seg um, hvørt tað verða klaksvíkingar ella fuglfirðingar, sum verða teir stinnastu hetta kappingarárið.
Ein partur av svarinum fæst kanska, nú klaksvíkingar fara at hita upp til stórdystin, sum verður næsta vikuskiftið.
Hesa ferð eru tað sørvingar, sum koma á vitjan, og hóast teir ikki eru beinleiðis partur av gulldystinum, so eru teir liðið, sum kann skapa eitt sindur av ravasju í hesum, um teir brádliga fara at arga annað av oddaliðunum.
Sum støðan er á talvuni í løtuni, so er tað ÍF, sum er á odda, men teir halda frí um vikuskiftið, og tí kann Mjølnir koma upp á javnstøðu við einum sigri.
Hin dysturin hjá monnunum verður hesa ferð millum Fram og Fleyr. Tað er ein dystur, sum valla fær nakran praktiskan týdning, annað enn tað, at týdningurin jú er um grannauppgerð, men tað kann í nógvum førum vera nóg mikið til at skapa kravda spenningin.
Dráttur kann arga
Hjá kvinnunum vitjar Vágoyggin eisini í Klaksvík, tá Dráttur fer norður. Her er einki at ivast í, at Mjølnir eru at rokna sum favorittar, men hartil er eisini neyðugt hjá heimaliðnum, at tær vinna dystin, uttan at sett verða latin. Í øllum førum um tær framvegis vilja hava møguleikan einsamallar at gera av, hvar gullið skal enda.
TB hevur hesaferð tveir dystir á skránni. Leygardagin hava tær heiamvøll móti ÍF, og sunnudagin vitja tær so hjá Drátti, sum soleiðis eisini hevur tveir dystir hetta vikuskitið. Tveir dystir, sum avgjørt eru av truplara slagnum, men sum hinvegin við bara einum setti til vágakvinnurnar kunnu vera við at skumpa eitt sindur undir javnvágina í gullstríðnum.