Tveir flogbóltsdystir vóru á skránni í KÍ-høllini í gjár. Fyrri dysturin var í meistaradeildini hjá kvinnum, har botnliðið Mjølnir tók ímóti Drátti, sum við einum sigri kundi leggja seg undir liðuna á ÍF og TB í oddinum.
Eingin ivi var heldur um, hvat av liðunum fór at vinna dystin. Í fyrsta settið kláraði Mjølnir at fylgja hampuliga væl við, men her vunnu kvinnurnar úr Drátti 18-25. Eftir hetta var eingin ivi. Næsta sett endaði 13-25 til Drátt, og síðsta sett vunnu kvinnurnar úr Vágum 9-25. Sostatt ein tryggur sigur til Drátt, sum nú hevur lagt seg heilt fram í oddin í meistaradeildini hjá kvinnum.
Hjá monnum tók Mjølnir ímóti Nøvuni. Her var Mjølnir stórfavorittur at vinna dystin, og hetta megnaðu teir eisini uttan stórvegis trupulleikar.
Nøvan hevði sum so ongantíð nakran møguleika at vinna. Fyrsta sett endaði við tryggum 25-14 sigri til Mjølnir. Gongdin í øðrum setti var nakað tann saman. Her sigraðu klaksvíkingarnir 25-15, meðan triðja sett endaði við 25-11 til Mjølnir.
Sostatt er Mjølnir nú komið upp á fýra stig, og teir byrja nú at blanda seg í oddastríðið.