Dráttur fekk hevnd

Flogbóltur: Dráttur vann dystin móti ÍF á Giljanesi sunnudagin, og vann tvey týðandi stig í kappingini um silvurmerkini

Dráttur-ÍF 2-0


Tað eydnaðist vágakvinnum at vinna dystin móti ÍF á Giljanesi sunnudagin. Tær vunnu hann greitt 2-0. Við sigrinum móti ÌF fingu tær hevnd fyri tapið móti fuglfjarðakvinnum seinasta vikuskiftið og samstundis vunnu tær sær tvey stig i kappingini um silvurmerkini. Tann kappingin stendur millum TB og Drátt.


Feilirnir kostaðu

Sum vit hava skilt tað, var tað ikki tann stóri munurin á spælinum, sum liðini bæði vístu sunnudagin. Dráttur hevur fyrr í ár víst, at tær eru sterkari í álopinum enn ÍF, og tað var ein av orsøkunum til, at tær vunnu sunnudagin.

Harafturat gjørdu ÍF kvinnurnar ov nógvar tekniskar feilir, og tað kostar tá tað er so javnur dystur.

Ein annar fakorur, sum eftir øllum at døma spældi inn hjá ÍF var, at motivatiónin eftir øllum at døma lá eftir í Fuglafirði.

Spælararnir høvdu ov lítlan hug at vísa, hvat teir duga, og manglar motivatiónin, er lítil vón fyri at vinna ein dyst. Hvørki í flogbólti ella nøkrum øðrum.


Nærri enn fyrr

Hjá Drátti kom sigurin væl við. Tær liggja og togast við TB um annaðpláss og høvdu tí brúk fyri hesum sigrinum. Í veruleikanum høvdu tær eisini brúk fyri sigrinum seinasta vikuskiftið, men tað sum er farið, er farið.

Við hesum sigrinum er Dráttur nærri enn nakrantíð at silvrinum, men tað er kortini ein spurningur, um tær hava styrkina at taka silvurið frá TB. Í dystunum teirra millum er tað TB, sum hevur yvirvág, tí tær hava vunnið allar dystirnar móti Drátti í ár.

Men tá møguleikin er til staðar, hava eisini Dráttur leikararnir krav upp á ein kjans og hann skulu tær fáa. Trý umfør eru eftir, og livst so spyrst ...