Dráttur fekk bronsuna

Dráttur vann ein tryggan sigur á KÍF i meistaradeildini hjá kvinnum sunnudagin, og við sigrinum hava tær nú tryggjað sær brinsuheiðursmerkini

Dráttur-KÍF 3-0 (25-20, 25-13, 25-21)

KÍF hevði ein lítlan møguleika at fáa Drátt aftur undan dystinu í vikuskiftinum, tá hesi bæði liðini hittust á Giljanesi. Dráttur vildi tó ikki geva KÍF nakran møguleika at vinna triðja plássið frá teimum, tí tær vunnu nevniliga ein sannførandi 3-0 sigur.
Í fyrsta setti var KÍF hampiliga væl við, men sigurin hjá Drátti var sum so ongantíð í vanda. Tær vunnu 25-20, og so vóru tær komnar í gongd.
Í øðrum setti var slett eingin ivi. Her legði Dráttur seg trygt á odda mest sum alt fyri eitt, og munurin bleiv bara størri og størri ímillum liðini. KÍF fekk slett ikki fótin fyri seg í hesum settinum, og at enda vann Dráttur ein knúsandi 25-13 sigur, og so stóð 2-0.
Í triðja setti var KÍF aftur væl betri við. Tær royndu at hanga í Drátti, men at gjørdust vágakvinnurnar ov drúgvar. Dráttur vann nevniliga triðja sett 25-21, og við sigrinum hava tær nú tryggja sær bronsuheiðursmerkini.