Dráttur dró longra stráið

Flogbóltur - Í fyrsta og fjórða setti stóð eitt sindur á, men Dráttur fekk stigini við sær úr Kollafirði

Í tveimum av sínum fyrstu trim­um dystum var Dráttur sera nær við, tí bæði ímóti Fleyr og TB skuldu fimm sett til, áðr­enn Dráttur mátti lúta. Men nú kvinnurnar úr Vágum vóru í Kollafirði leygardagin, bragd­aði hjá teimum.
At KÍF ikki vildi lata nakað frá sær uttan svørðslag, sást longu í fyrsta setti, ið mátti væl upp um tey 25 stigini, áðrenn Dráttur fekk tikið settið við at vinna 29-27. KÍF, sum undan hesum hevði vunnið tveir teir síðstu dystirnar ímóti TB og Ternuni, svaraði tó aftur og vann annað sett.
Í triðja setti hevði Dráttur munin væl og virðiliga, og hóast KÍF kom nógv betur við í triðja setti, ið var sera javnt til tað síðsta, gjørdist heimaliðið ov stutt og mátti boyggja seg. Sostatt fekk Dráttur fyrsta sig­ur­in og fyrstu tvey stigini í posan.