Dráttur beina leið móti FM-heitinum

Trý-null sigrar eru treytin fyri, at Dráttur skal vinna føroyameistaraheitið, og móti ÍF syrgdu tær fyri, at hesar fremvegis verða uppfyltar

 

ÍF ? Dráttur 0 ? 3 (16?25, 15-25, 22-25)


Flogbóltur, meistaradeild kvinnur


Vágaliðið var leygardagin á vitjan á Kambsdali, og enn einaferð megnaðu tær at vinna ein 3-0 sigur, sum eisini er krav, um tær sjálvar skulu avgera, um tær vinna FM-heitið í ár. Dráttur var klárt tað betra liðið í teimum báðu fyrstu settunum, og sigurin var ongantíð í vanda.

Men í triðja setti byrjaði ÍF brádliga at gera um seg, og tað var tætt við, at tær megnaðu at vinna hetta settið. Settið endaði 25-22 til Drátt, men um ÍF ikki hevði gjørt nakrar stórar feilir ímóti endanum av dystinum, so kundi tað væl verið, at fuglfirðingarnir kundu havt vunnið settið.


Framvegis eitt sett betri

Dráttur hevur framvegis munin niður til Mjølnir á 2. plássi, og um Dráttur vinnur teir báðar eftirverandi dystirnar 3-0, so endar FM-heitið í kvinnuflogbólti í Vágum, har tað ikki hevur verið síðani 1980. Tá vann SÍF meistarheitið annað árið á rað, og undan hesum hevði MB vunni FM-heitið í árunum frá 1976 til 1978. Sostatt var FM-heitið í Vágunum í 5 ár á rað, áðrenn Mjølnir vann heitið frá 1981 til 1988.

Men kanska søgan endurtekur seg.